Tilmæli til Føroyar í mun til breksáttmálan umrødd í landsstýrinum

Tann 23. august 2024 vóru Føroyar til hoyring hjá Sameindu tjóðum í breksáttmálanum.
Endamálið við hoyringini er at kanna, hvussu londini, ið hava tikið undir við breksáttmálanum, fremja sáttmálan í verki. Niðurstøðan frá hoyringini vísir, at Føroyar hevur gjørt framstig á fleiri økjum, men at tað samstundis eru avbjóðingar, ið krevja at átøk verða sett í verk.
Í sambandi við niðurstøðuna frá hoyringini hevði serfrøðinganevndin hjá ST ávís tilmæli og viðmerkingar, sum vórðu almannakunngjørd tann 8. oktober 2024.
ST nevndin hevði í alt 59 tilmæli til Føroyar, ið fevna um mestsum øll økir í samfelagnum. Hesi tilmæli hava verið til umrøðu í landsstýrinum í dag.
Serfrøðinganevndin leggur áherðslu á, at tey mæla til, at øll tilmælini verða framd í tøttum samráði og virknum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek.
Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið hevur samskiparaleiklutin sambært breksáttmálanum, meðan hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum á sínum málsøki.
Niðurstøðan frá hoyringini, eins og onnur viðkomandi skjøl, kunnu lesast her: ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek - Almanna- og mentamálaráðið
Myndir: Ólavur Frederiksen - @faroephoto