Í dag, 25. november, er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum og skipað verður fyri almennum og ókeypis tiltaki frá kl. 13 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í ár fara vit at viðgera evnið talgildur harðskapur við framløgum og sofapráti. Talgildur ella digitalur harðskapur er eitt nýtt og vaksandi fyribrigdi innan harðskapsøkið. Vit vita frá kanningum, at triðja hvør kvinna kring allan heim er ella hevur verið fyri harðskapi – antin likamligum, kynsligum ella sálarligum. Og nú vísir nýggj kanning, at ein av 10 kvinnum, eldri enn 15 ár, hevur verið fyri fyri talgildum harðskapi.
Talgildur harðskapur kann vísa seg eitt nú seksuelt, sálarliga og fíggjarliga, og persónligu fylgjurnar eru eyðsýntar. Sálarligu avleiðingarnar kunnu verða stórar, og eisini síggja vit, at talgildi harðskapurin kann ávirka starvsmøguleikar hjá kvinnuni, tí við talgilda harðskapinum verða upplýsingar av ymiskum slagi almannakunngjørdar.
Tiltakið verður eisini stroymt og til ber at fylgja við her:
Les alla skránna HER
Fyriskiparar eru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið.