23.11.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Tiltakið stroymt

Tiltakið stroymt

Í morgin fyrrapartin verður Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum hátíðarhildin frá kl. 9 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7. Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Í ár fara vit, undir yvirskriftini “Frá græsrótarørslu móti professionalismu” við framløgum og sofapráti at varpa ljós á, hvussu harðskapsøkið hevur ment seg gjøgnum tíðina, og hvat status er í dag.

Tiltakið verður eisini stroymt og til ber at fylgja við her:

https://youtube.com/live/wsHJygWSpm0?feature=share

Sí skránna her

Fyriskiparar eru:
Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið og Sig frá/Almannamálaráðið.