Seinnapartin í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi á Boðanesheiminum í Havn, hetta í sambandi við, at Turið Reynheim fylti 100 ár. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, var boðin við og bar hon fram røðu fyri føðingardagsbarninum. Niðanfyri ber til at lesa røðuna.
Myndir: farophoto
Góða Turið – hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.
Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við her í dag at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og hetta takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi.
Hundrað ár! Turið, tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at ímynda sær, hvat tað vil siga at fylla 100 ár. Og tó – tit gerast bara fleiri og fleiri, sum rundað tey hundrað. Onkisvegna má tað vera eitt tekin, at tit trívast í okkara lítla oyggjasamfelag og ikki minni at tit bera ein veruligan lívsneista, sum kveikir!
Hesi árini hava sjálvandi givið tygum ríkiligt viðførið við upplivingum, við lívsroyndum, og við innliti.
Tað er eyðsæð, at tað hava verið nógvar og stórar broytingar í føroyska samfelagnum, sum tygum kunnu minnast og hyggja aftur á í tygara langa og ríka lívi.
Trupult er at siga, hvør broytingin er tann størsta. Tankar um eina tíð, tá elektrisitetið ikki var komið til Føroyar, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn frystiskáp og áðrenn liðugt gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Ein tíð, áðrenn klokkur vóru á hvørjum skøvningi, ei heldur nakrar órógvandi fartelefonir, sum mangan merkir, at vit nóg illa geva teimum ans, sum vit eru í rúmi saman við.
Tað var á Eiði at tygum Turid vóru borin í heim, 27. august 1924. Tygum vóru nummar 7 í stóra systkinaflokkinum uppá heili 11 børn. Pápin, Óla í Búrstovu Larsen, skipara og mamman, Magnina Larsen, fødd Johansen. Nú eru tygum Turid tann einasta, sum er á lívi av systkinum.
Eg minnist væl Elsu systir tygara, sum giftist til Vágs og búði har. Øll hava bara gott at bera Elsu, sum var ein sera fitt og dámlig kona. Eitt ordans fólk, sum vit plaga at siga. Elsa, og hennara eftirkomarar hava havt - og hava - stóran týdning fyri Vág. Virkisfýsin skilafólk.
Barnaskógvarnar sleit tú tó á Oyrabakka hagar familjan flutt í 1926. Foreldrini høvdu tá tikið avgerð, um at keypa eina trøð og har bygdu tey sær hús, títt barndómsheim. Mær er sagt, at hóast tygum tá bert vóru 2 ára gomul, so minnist tygum væl, hvussu tað var at koma til Oyrabakka við árabáti.
Forsøgan fyri at velja at flyta, hongur nevnt saman við ólukkuligu vanlukkuni fyrst í 20`árinum, tá skipið “Trongisvágsskingur”, sum pápi tygara átti, lá og krokaði í Haldarsvík, áðrenn teir dagin eftir skuldu sigla til Bretlands at selja fiskin. Óðnarveður brast á um náttina og skipi fór á land. Tá tryggingin ikki tók við, misti manningin alla inntøkuna frá túrinum. Tí valdi pápi tygara Óli, saman við mammuni Magninu, at selja hús, jørð og alt sum tey átti á Eiði, fyri at gjalda manningini fyri túrin. Hendan hendingin man hava sett síni djúpu spor hjá tykkum øllum, ikki minst hjá tygum Turið.
Samstundis sigur henda hending eisini nakað um pápa tygara, og hvussu hann hevur ofrað alt fyri korini hjá manningini. Hvussu hann hevur sett manningina fram um sítt egna, og tikið samfelags ábyrgd. Tað er stórt og tænir tykkum øllum til heiðurs.
Og lívið hevur ikki einans verið hjá tygum lætt. Tí 20 ára gomul vórðu tygum faðirleys. Tað var í oktober í 1944, at “Verdandi”, ávegis úr Siglifjørðinum til Akranes og við Óli í Búrstovu sum skipara, hvarv í óðnaðarveðri. Umframt pápan mistu tygum tá eisini tveir beiggjar og pápabeiggja.
Sum ung fluttu tygum til Havnar at læra at seyma hjá skræddar Debes. Og her hitti tygum komandi mann tygara, Mourits Reynheim úr Havn. Tann 16. maj 1948 giftust tit bæði og settu búgv í Havn.
Saman vórðu tit bæði, Turið og Mourits, ríkaði við 5 børnum: Óluva, Katrin, Annfinn, Magnina og Gunnvá. Og tey hava so aftur ríka tygum við heili 14 ommubørn, 12 gentur og 2 dreingir, ikki minni enn 39 langommubørn og 5 oldurommabørn.
Eftir at hava verið sjúkur í fleiri ár doyði maður tygara Mourits hin 7. nov. 1984, bert 59 ár. So tað eru heili fýra ára tíggjur at tygum Turið hava sitið einkja.
Meðan børnini vuksu upp og komu til, seymaðu tygum hjá skræddar Lindberg og hjá skræddar Ørvarodd.
Altíð hava tygum dámt væl at arbeiða, so seinni í lívinum bleiv tað til at vaska, bæði á Dimmalætting, hjá Tórshavnar Kommunuskúla og á Posthúsinum og seinnu tá tygum komu meira til árs á Frímerkjadeildini.
Sigast má, at tygum Turid dáma væl selskap og elskar at fáa vitjan og eitt gott prát. Sum yngri hittust tit í í bindiklubbi. Og ikki hevur tað verið bara prát. Tí øll vita, at væl hevur ligið fyri at virka við hondunum eisini.
Tygum Turid hava altíð seyma nógv og nógvir eru teir skóta búnar, sum tygum hava seymað fyri Frelsunarherin. Somuleiðis hava tygum seymað føroysk skjúrt til familjuna og ikki minni broderað, seymað pactwork og bundið.
Til fyri trimum árum síðani búði tygum fyri tygum sjálvan, í íbúð hjá soninum. Tá flutti tygum, sum 97 ára gomul, inn á Boganesheimið. Og her hava tygum trivist sera væl og kenna tygum sum heima.
Eg fari at enda við einum broti úr vakrari yrkingin eftir Hans Andriasi Djurhuus:
“Alt átti so friðarligt hvíldarlag –
Kvøldarhvíld eftir stravnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð,
tó enn stóð glæman og lýsti har”.
Eg fari at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Og enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og eg takki fyri meg.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum