Seinasta mánadag 11. september skipaði Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javna, Megd o.ø., fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, fyri teimum, sum vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroyar. Tiltakið var eisini ætlað teirra avvarðandi og øðrum áhugaðum.
Hetta var samstundis sum tiltakið hjá donsku stjórnini og har øll tey í Danmark, ið vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og vóru fyri sviki og ágangi, fingu umbering frá donsku stjórnini.
Til ber at síggja danska tiltakið HER
Les donsku frágreiðingina: “Historisk udredning vedrørende børn, unge og voksne anbragt i særforsorgens institutioner 1933-1980” her: Leinkja til donsku frágreiðingina HER
Á tiltakinum helt Sirið Steenberg, landsstýriskvinna røða, sum til ber at lesa niðanfyri:
Umberingardagur 11.09.2023
Góðan dagin øll somul og hjartaliga vælkomin
Dagurin í dag er søguligur. Hann er serstakur. Hann er týdningarmikil. Lat hann verða okkum bæði til áminningar og eisini til reflektión um, hvussu vit saman skapa góða framtíð. Hvussu vit saman skapa eitt samfelag, har øll verða sædd, hoyrd og vird sum tað ómissandi virði hvørt einstakt menniskja hevur. Øll eru serstøk og virðismikil.
Tá ið tað frættist, at danska stjórnin hevði gjørt eina drúgva útførliga søguliga greining av umstøðunum hjá fólki, sum høvdu verið á donskum stovnum árini 1933 til 1980, setti Javni seg í samband við okkum í ráðnum. Vit hava síðan viðgjørt hetta í felag, MEGD, Javni og AMMR og eru komin til ta niðurstøðu, at tað eisini hevur týdning hjá okkum at markera dagin. Tí eru vit her í dag.
Greiningin nevnist “Historisk udredning vedrørende børn, unge og voksne anbragt i særforsorgens institutioner 1933-1980”. Tað snýr seg um stovnar, sum hava hýst fólki við menningartarni, epilepsi, niðursettari hoyrn og deyvum, talitarni og fjølbreki. Bólkurin av fólki við menningartarni er nógv tann størsti bólkurin, so nógv tekur tí støði í tí. Men tað er als ongin ivi í greiningini um, at tað eisini hevur verið trupult hjá fólkunum í hinum bólkunum. Og vit vita eisini um fólk úr heilt øðrum bólkum, sum meira hava við sjúkuviðgerð at gera, og tí ikki eru partur av hesi útgreining, hvussu trupult tað hevur verið hjá teimum. Mjadnabørnini til dømis.
Hóast ymisk lív og ymiskar lagnur hjá øllum hesum ymisku fólkunum við sera ymiskum brekum, so deila tey lívssøgu, tí tey hava deilt lívskor. Trupul lívskor. Tey eru tí á mangan hátt í lagnufelagsskapi.
Danskir myndugleikar eru komnir til ta niðurstøðu, at fólk, sum hava verið á stovni í tíðarskeiðnum frá 1933 til 1980 hava verið fyri sviki og ágangi.
Fyri hetta fáa tey í dag eina umbering. Vit fara saman at fylgja við stroymingini tá ið umberingin verður givin.
Ein umbering. Hvussu skal man fyrihalda seg til tað?
Tað er eitt stórt stig at biðja um eina umbering, og tað er eitt enn størri stig at taka ímóti eini umbering. Umberingin kann ikki viska tað burtur, sum er hent. Tað er tað onki sum kann. Men við umberingini verða svikini viðurkend og tað kann vera lekjandi, ella stuðla undir grøðing. Í umberingini liggur viðurkenningin av, at tað er farin ein órættur fram.
Tíðini lekir ikki øll sár, men vit kunnu læra av henni, fyrigeva og royna at gera okkara til at skapa eina betri framtíð.
Søguliga greiningin viðger ikki Føroyar og heldur ikki Grønland. Vit innganga allarhelst í greiningini sum danir. Tað er als ongin orsøk at halda, at føroyingar ikki hava verið fyri somu viðferð sum danir. Heldur er orsøk at halda, at føroyingarnar hava verið fyri enn størri líðing.
Føroyingar eru ikki bara sendir á stovn, men eru sendir úr heimlandinum til eitt fremmant mál, eina fremmanda mentan, eitt fremmant umhvørvi, langt burtur frá familju og avskorin frá vitjan. Sendir til eina fremmanda tilveru í útlegd. Eina tilveru, sum fyri mong var merkt av sorg, sakni og brot á grundleggjandi rættindi.
Í greiningini verður m.a. víst á likamligan og sálarliga harðskap, á kynslig brotsverk, tvingsil, fikseringar og isoleringar, steriliseringar og kastratiónir og aðrar líðingar, sum fólkini hava verið fyri. Eisini verður staðfest inntriv, sum tað at taka samleikan frá fólki, at øll fóru í sama uniform, fingu hvør sítt nummar, sum nøkur eisini blivu kallað við, fingu klipt hárið av o.s.fr. Í stóru sovisalunum var lítið og onki privatlív, 18 cm millum sengurnar og ein spann við endan. Tað er eisini ræðandi at lesa um hugsanirnar aftan fyri tað, at gera alt fyri; at hesi menniskju ikki fingu børn.
Vit kenna søguna frá rørandi dokumentarsendingunum í Kvf hjá Karolinu Thostrup "Send á Rødbygaard". Vit kenna eisini frálíku bókina hjá Doris Hansen "Søgan um hini". Eisini hevur Enna Garðshorn Mikkelsen skrivað og granskað um hendingarnar. Hetta er gull vert fyri okkum.
Tað var eisini støðuna hjá teimum, sum ikki passaðu inn í samfelagið, og sum blivu send niður, sum einastandandi sjónleikurin "Lykkenborg" lýsti.
”Halló, halló Pól Johannes vil sleppa út” rópti hann áhaldandi, tá ið hann hevði verið fleiri dagar í isolatión. Gloymdur. Rópini sótu í mær fleiri dagar aftaná leikin. Hjá onkrum sita tey kanska alt lívið. Hjá øllum er hetta ikki ein leikur, men veruleikin.
Og so mátin frú Bonnevie varð lyst. Sum umboð fyri yvirvøldina og sum tók avgerð um at senda fólk av landinum. Fólk høvdu onki val.
Undranarvert er tað tó, at eitt so stórt inntriv í lív og lagnu hjá so nógvum av okkara medmenniskjum ikki hevur fylt meira í samfelagskjakinum og í granskingarhøpi. Og tað er enn so. Og undurnarvert, at føroyska samfelagið ikki gjørdi meira fyri at bøta um støðuna fyrr. Ikki fyrr enn í 1980 fingu vit fult ræði á økinum. Nøkur fá ár frammanundan høvdu vit fingið ræði á umsitingini á almannamálum.
Vit, sum hava fingið søguna lýsta, verða rørd av henni og kunnu bert ímynda okkum, hvussu trupult tað hevur verið bæði fyri avvarðandi og tey, sum fóru av landinum. Men vit kunnu als ikki gera okkum begreb um, hvussu trupult tað man hava verið – pínan og einsemið – tað hevur verið ræðuligt.
Tó so vita vit eisini frá onkrum, sum hevði tað gott. Stovnarnir hava verið sera ymiskir.
Vit vita eisini, at tað so at siga er ógjørligt at døma fólk út úr síni samtíð. Tíðin í dag er ein onnur - tíbetur. Normar eru broyttir. Hugburður er broyttur o.s.fr. Men greiningin vísir, at eisini útfrá tátíðar lógum er órættur farin fram. Ein annar stórur feilur er, at onki eftirlit hevur verið við stovnunum.
Tað hevur verið ringt at vera avvarðandi. Avvarðandi høvdu tá í tíðini so at siga ongi rættindi, og gjørdu einans tað, sum tey fingu at vita var tað besta fyri teirra. Tað vóru ongi tilboð í Føroyum og tað var lagt upp til, at fór barnið av landinum, so kundi tað fáa møguleikar, læra og mennast. Og hvør vil ikki sínum tað besta. Tað vilja øll. Avvarðandi mugu ongantíð halda tey hava gjørt nakað skeivt. Tey høvdu onki val.
Ein umbering kann virka lekjandi. Ein umbering er eisini ein viðurkenning av, at man gjørdi nakað skeivt og kann fáa eina grøðing at eydnast. Fyri nógvar føroyingar hevur hetta persónligan týdning. Ja, tað hevur tað fyri okkum øll.
Menniskju eru í relatiónum samanbundnar verður og partur av nøkrum størri enn vit sjálvi. Hevur ein tað ikki gott, so rakar tað okkum øll - felagsskapin og samfelagið.
Longu í 1624 yrkti John Donne um hesa samanrenning. Hann skrivaði um at hvørja ferð eitt menniskja doyði, so doyði nakað av honum. Hetta kann gott brúkast í fluttari merking, um hvussu týdningarmikil vit eru fyri hvønn annan;
Onki menniskja er ein oyggj í sær sjálvum.
Øll eru partur av kontinentinum, eitt stykki av fastlandinum
Um ein klumpur av mold skolar út á sjógv
verður Europa minni,
sum tá eitt fjall, ella húsini hjá vini tínum ella títt egna skolar burtur.
Hvørjaferð ein doyr verði eg minni.
Tí eg eri samanrunnin við menniskjaættina
Spyr tí ongantíð hvørjum klokkurnar ringja fyri
Tær ringja fyri tær.
Soleiðis síggi eg í dag umberingina til okkum øll, hóast sera persónlig til nøkur. Og umberingin røkkur eisini teimum, sum ikki longur eru ímillum okkum.
Tað eru nú 50 ár síðan, vit tóku tey fyrstu fólkini heimaftur av donskum stovnum. Í so máta er hetta eitt lutfalsliga nýtt øki, hóast vit altíð hava havt fólk við avbjóðingum. Sjálv eri av tí fatan, at tað, at vit tóku fólkini heimaftur til Føroyar, heilt grundleggjandi hevur broytt okkara land og gjørt tað til eitt nógv betri land at búgva í. Vit eru blivin nógv meira inkluderandi. Okkara felags søga er blivin sterkari og menniskjaligari. Øllum tí hevur Javni og øll feløg og einstaklingar, sum har hava virkað, størstu tøkkina uppiborna fyri. Tit hava víst í verki, hvussu man byggir samfelag. Vit hava nú fleiri sambýli, búfelagsskapir, verkstøð, dagtilboð, frítíðartilboð, Almannastovu, Hjálpartólamiðstøð, psykiatriskan depil og mangt mangt annað.
Samanlagt verður mett, at áleið 160 blivu send av landinum hetta tíðarskeiðið.
Tað eru enn 5 fólk eftir á stovni í Danmark. Og 31 fólk, sum hava verið á donskum stovni, sum í dag búgva í vardum heimum hjá Almannaverkinum. Eg havi møtt fleiri og tað er ongin ivi um, at tað situr í teimum enn. Kroppurin minnist - sama við hjartanum og kenslunum. Upplivingar seta spor.
Framtíðina og ábyrgdina eiga vit. Lat okkum brúka søguna til at hjálpa okkum enn longri fram á leið soleiðis, at vit saman taka tey tøk, sum enn eru eftir at taka til frama fyri tey menniskju, sum enn tørva hjálp. Tí vit eru ikki komin á mál hóast vit eru á rættari kós.