29.04.2022 · Almanna- og mentamálaráðið
Verklagslógin til heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki endaliga samtykt
Løgtingið samtykti einmælt í dag verklagslógina til heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki, ið skal byggjast í Reynstúni á Argjum.
Talan er um 18 íbúðir, ið verða gjørdar til endamálið.
Tað er stórur tørvur á at byggja stovnar og sambýlir til fólk við serligum tørvi og hetta er eitt stórt stig á rættari leið.
Politiska skipanin eigur at arbeiða fyri, at allir gomlu og smáu stovnarnir, ið heldur ikki eru bygdir til endamálið, skulu skiftast út við nýggjum og endamálsbygdum tilboðum. Tað verða alt fleiri, ið hava tørv á tí og hetta er ein ábyrgd, ið politiska skipanin eigur at taka í álvara.
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaðurin í almannamálum
Nú verður fari undir byggjaríið skjótast gjørligt og gongur sum ætla, stendur heimið í Reynstúni liðugt bygt næsta ár.
Heimið fer at kosta um 54 milliónir krónur. Sambýlið er í fyrstu lagi ætlað búfólkunum á Eirargarði, og støða skal til, hvat Eirargarður skal brúkast til, tá heimið er liðugt.