So eru vit aftur í viku sex - vikan, seksualundirvísing er í miðdeplinum.
Vit, sum vóru í samtykkisbólkinum - tað er Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Sig Frá og Amnesty Føroyar - hava í fleiri ár skipað fyri sekusalundirvísing í viku sex. Á ymiskan hátt hava vit givið fólkaskúlanæmingum eitt eyka íkast til seksualupplýsing, og eisini hava vit syrgt fyri, at næmingar á øllum ungdómsskúlunum hava fingið seksualupplýsing.
Men soleiðis verður ikki í ár. Eftir at vit í fleiri ár hava fyriskipað hesa upplýsing, kunnu vit staðfesta, at tørvurin at styrkja læringsøkið "heilsukunnleiki og seksualupplýsing" eru so stórur og neyðugur, at eyka átøk mugu takast í skúlaverkinum.
Vit hava tí handað landsstýrismanninum í barna- og undirvísingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, eitt tilmæli, um at seta í verk átøk, sum tryggja børnum og ungum ta undirvísing, tey hava tørv á og rætt til. Vit hava heitt á landsstýrismannin um at tryggja, at: