Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, vitjaði 23. mars 2023 tveir av okkara týdningarmiklu mentanarstovnum, sum eru nærmastu grannar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið.
Hon vildi fegin frætta um virksemið, heilsa upp á starvsfólk og kunna seg við umstøðurnar.
Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, greiddi frá um virksemi, avbjóðingar og framtíðarætlanir hjá Kringvarpinum. Visjónin hjá KvF er at vera fremsti mentanarberi føroyinga, og missjónin er, at KvF skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.
Sirið Stenberg heldur, at tað kann ikki undirmetast, hvussu stóran týdning Kringvarpið hevur sum public service-stovnur og sum miðil, ið megnar at savna tjóðina um tíðindi og sendingar. Eisini spælir Kringvarpið ein stóran leiklut fyri málsligu menningina hjá okkara børnum og ungum við at bjóða sendingar á føroyskum máli.
Gunn Hernes, stjóri fyri Norðurlandahúsið, kunnaði somuleiðis um virksemi og ætlanir í norðurlendska og føroyska mentanarhúsinum, sum hýsir eini ørgrynnu av mentanartiltøkum, ráðstevnum og fundum.
Norðurlandahúsið fyllir 40 ár í ár, og sigast má, at higartil hevur húsið havt ómissandi týdning fyri blómandi menta- og listalívið í Føroyum, samstundis sum tað hevur verið sýnisgluggi fyri mentan og list úr øllum Norðurlondunum.
Sirið Stenberg fegnaðist um góðu umstøðurnar í Norðurlandahúsinum og hjá øllum teimum mongu vitjandi, sum leggja leiðina framvið til eitthvørt tiltak.