01.05.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Vitjan í Málráðnum

Vitjan í Málráðnum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, vitjaði 28. apríl 2023 Málráðið.

Har hitti hon starvsfólk og málráðslimir. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum eru í høvuðsheitum at veita málsliga ráðgeving, og arbeitt verður eisini við eini stavsetingarorðabók, sum væntast liðug í hesum árinum.

Helena Kannuberg, forkvinna, greiddi frá virkseminum hjá Málráðnum, sum telur 11 limir, og harumframt er ein starvsnevnd við fimm limum. Starvsnevndin hevur regluligar mánaðarligar fundir, og Málráðið hittist 2-3 ferðir árliga. Nógvir málspurningar verða settir ráðnum, so nokk er at tríva í. Málráðið hevur sum eitt av aðalmálum sínum at hava fingurin á pulsinum og vita, hvat rørist millum føroyskar málbrúkarar og vil stimbra og styðja átøk, sum gagna føroyska málinum. Forkvinnan segði, at ábyrgdin hvílir á okkum øllum at geva komandi ættarliðum møguleikan at brúka føroyska málið í øllum viðurskiftum.

Forkvinnan brúkti eisini høvið at avdúka eitt nýtt búmerki fyri Málráðið, sum verður tikið í brúk beinanvegin, og tá nýggja heimasíðan verður liðugt ment, verður búmerkið eisini at síggja har. Landsstýriskvinnan var hugtikin av áhugaverda myndamálinum í búmerkinum og ynskti til lukku og blíðan byr. Hon var fegin um at fáa kunning og at skifta orð við fólkini.

Mynd:
Helena Kannuberg, forkvinna, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Randi Kúrberg, næstforkvinna, uttan fyri Reinshús, Handan Á 5, har Málstovan heldur til.

Nýggja búmerkið fyri Málráðið: