Broyta løgtingslógina um viðbót til ávísar pensjónistar (Pensjónsnýskipan)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Pensjónsnýskipan)
Frágreiðing

Viðbót til ávísar pensjónistar er ein partur av uppihaldsgrundarlagnum hjá fólkapensjónistum við lágum inntøkum og hevur sostatt sama endamál sum viðbótin í fólkapensjónini. Men viðbót til ávísar pensjónistar hoyrir undir eina aðra lóg, sum er við til at gera inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistum meira torgreidd. At viðbót til ávísar pensjónistar dettur burtur í einum, tá árliga inntøkan aftrat fólkapensjón og Samhaldsfasta fer upp um 60.000 kr. (80.000 hjá hjúnum), er eisini óheppið. Ein inntøka á 1 kr. hægri enn markið á 60.000 kr. merkir, at ein fólkapensjónistur missir 7.608 kr.

Ummælisfreistin er farin
24.11.2017
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Pensjónsøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
03.11.2017
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Uppskot til broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.f....pdf Javntekstur til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um við....pdf