Broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Kunngerðarheimild um fíggjarligt ískoyti, upprokning av skattafríum inntøkum o.a.)Frágreiðing
Umframt ymiskar lógartekniskar broytingar hevur uppskotið við sær tvær broytingar:
- Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur sambært løgtingslógini verður veitt við støði í eini tørvsmeting. Tørvsmetingin byggir á eina gamla siðvenju, ið ikki hevur nøktandi lógargrundarlag. Við uppskotinum verður ásett ein kunngerðarheimild, soleiðis at landsstýrisfólki fær heimild at áseta nærri treytir viðvíkjandi fíggjarligum ískoyti til stakútreiðslur.
- Tá persónur, ið fær fyribils uppihaldsveiting, hevur aðra inntøku, lækkar uppihaldsveitingin. Er onnur inntøka skattafrí, tá verður inntøkan upproknað við 1,5 og síðani drigin frá uppihaldsveitingini. Við hesum uppskotinum verður lógin broytt soleiðis, at tað einans verður lestrarstuðul, sum verður upproknaður við 1,5.
Ummælisfreistin er farin
18.12.2024Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðØki
AlmannaøkiðSlag
LógaruppskotDagfesting
25.11.2024Samband
ammr@ammr.foMálsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðiðTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Almannatrygd Og Tænastur