Kunngerð um doping, dopinglistin 2025

Heiti
Uppskot til kunngerð um doping, dopinglistin 2025
Frágreiðing

Á hvørjum ári dagførir altjóða anti-dopingfelagsskapurin WADA sín dopinglista, t.e. yvirlit yvir hvørji evni og mannagongdir eru bannað at brúka í altjóða viðurkendum ítrótti. Antidoping Danmark týðir listan til danskt, og vit í Føroyum brúka donsku týðingina sum skjal til eina nýggja kunngerð árliga.

Antidopingarbeiðið í Føroyum er løgskipað í løgtingslóg nr. 88 frá 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti, og við heimild í § 2 í løgtingslógini er Ítróttasamband Føroya góðkent at vera dopingeftirlit í Føroyum.

Fyri at dopingeftirlitisfelagsskapurin lógliga kann fremja dopingeftirlit í Føroyum, skal landsstýrismaðurin sbrt. § 1 í løgtingslógini áseta, hvørji evni og hvørjar atferðir eru at rokna sum doping.

Hesar reglur eru ásettar í galdandi kunngerð nr. 166 frá 19. desember 2023. Í kunngerðini verður ásett, at sum doping verða roknað tey evni og tær atferðir, ið eru lýst í skjali 1, ið er galdandi dopinglistin hjá WADA. Av tí at listin verður dagførdur hvørt ár, er árliga tørvur á, at skjal 1 verður skift út við nýtt skjal við dagførda listanum. Dagføringin, ið nú verður gjørd, snýr seg tí um, at dopinglistin fyri 2024 verður skiftur út við dopinglistan fyri 2025.

Aðrar broytingar verða ikki gjørdar í kunngerðini.

Ummælisfreistin er farin
29.11.2024
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Ítróttur
Slag
Kunngerð
Dagfesting
15.11.2024
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Doping Dopinglistin 2025
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum