Kunngerð um endurgjald fyri inntøkumiss
Heiti
Kunngerð um endurgjald fyri inntøkumissFrágreiðing
Kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn.
Kunngerðin kemur í staðin fyri kunngerð nr. 219 frá 28. desember 2020 um endurgjald fyri inntøkumiss.
- Lógargrundarlagið er víðka til at fevna um børn, sum doyggja ella eru deyðføtt, og nýggja kunngerðin tekur atlit at hesum støðum,
- Skipanin endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður smidligari í sambandi við ansing av doyggjandi,
- Kunngerðin verður greiðari í sambandi við endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku og rættin til frítíðarløn
Í mun til kunngerðina, ið verður sett úr gildi, verða eisini gjørdar einstakar broytingar av tekniskum slag.
Ummælisfreistin er farin
25.08.2023Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðØki
AlmannaøkiðSlag
KunngerðDagfesting
14.07.2023Samband
ammr@ammr.foMálsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðiðTak niður

