Uppskot at broyta løgtingslóg um Húsalánsgrunn
Heiti
Uppskot til løgtingslóg at broyta løgtingslóg um HúsalánsgrunnFrágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at geva almenna bústaðafelagnum møguleika at halda fram við at økja um og fjøltátta útboðið av bústøðum kring alt landið.
Við uppskotinum verður tað møguligt hjá Húsalánsgrunninum at fara undir nýggjar verkætlanir fyri 400 mió. kr. afturat teimum verkætlanunum, sum í dag annaðhvørt eru í gongd ella ávegis.
Endamálið við uppskotinum er harafturat at stovnseta eina ráðgeving hjá Húsalánsgrunninum um alternativar byggi- og fíggingarhættir, sum kann leggja lunnar undir ein meira fjølbroyttan føroyskan bústaðamarknað.
Ummælisfreistin er farin
30.07.2020Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðØki
BústaðamálSlag
LógaruppskotDagfesting
02.07.2020Samband
www.amr.foMálsviðgjørt
AlmannamálaráðiðTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Húsalánsgrunn Javntekstur Húsalánsgrunn