Uppskot til broyting í kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum (Hækking av veiting)
Heiti
Uppskot til broyting í kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum (Hækking av veiting)Frágreiðing
Kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur í dag sent broytingaruppskot til kunngerðir til ummælis, kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.
Uppskotið er um broyting av upphæddini, sum verður veitt í ansingarsamsýning. Ansingarsamsýning kann veitast persóni, ið ansar eldri og óhjálpnum persóni heima. Henda upphæddin er lítið og onki broytt síðani 2010. Í uppskotinum verður lagt upp til, at upphæddin hækkar til 18.000 kr. um mánaðin í mun til í dag, har upphæddin er 10.789 kr. um mánaðin.
Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2023.
Ummælisfreistin er farin
26.09.2022Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðØki
Almannatrygd og tænasturSlag
Broyting í kunngerðDagfesting
30.08.2022Samband
amr@amr.foMálsviðgjørt
AlmannamálaráðiðTak niður