Uppskot til Kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum
Við kunngerðini verður galdandi reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum dagført samsvarandi nýggju bókasavnslógini, so at bókasavnsgjald eisini verður rindað fyri ljóðbøkur og e-bøkur, ið eru til láns á netinum og fyri listaverk, ið eru til láns á bókasøvnunum.
Bókasavnsgjaldið verður framvegis rindað sum gjald fyri, at prentaðar bøkur eru tøkar til láns á bókasøvnunum.
Ljóðbøkur og e-bøkur, sum eru til láns á netinum, kunnu ikki verða taldar upp í tøkum eintøkum. Tí verður eitt miðaltal fyri keyp av prentaðum bókum til bókasøvnini brúkt sum útrokningargrundarlag fyri bókasavnsgjaldið til ljóðbøkur og e-bøkur, sum eru til láns á netinum. Í kunngerðini er ásett, at fyri hvørja føroyska ljóðbók og e-bók, sum er tøk til láns á netinum bókasøvnunum, verður rindað gjald svarandi til 24 prentaðar bøkur. Týðarar og upplesarar fáa hálvt gjald, svarandi til 12 prentaðar bøkur. Fyri listaverk verður ásett eitt bókasavnsgjald svarandi til 6 prentaðar bøkur.

