Uppskot til kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum
Kunngerðin hevur heimild í § 22, stk. 1 í bókasavnslógini. Við uppskotinum til nýggja kunngerð verður kunngerð nr. 70 frá 18. juni 2024 um býtið av bókasavnsgjaldinum broytt við ásetingini um, at eisini tónaskøld, fotografar og upplesarar kunnu fáa lut í bókasavnsgjaldinum. Hetta eru bólkar, hvørs verk eru til taks á bókasøvnum landsins, men sum ikki eru nevndir í galdandi kunngerð. Bæði tónskøld og fotografar hava tó áður fingið lut í bókasavnsgjaldinum. Tá uppskotið til verandi kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum var til hoyringar fyrr í ár, vóru upplesarar eisini nevndir sum móttakarar av bókasavnsgjaldinum. Komið varð tó eftir, at heimild ikki var í bókasavnslógini fyri, at upplesarar skuldu kunna fáa part av bókasavnsgjaldinum, og tann ásetingin varð tí tikin úr kunngerðini, áðrenn hon varð lýst. Í kunngerðini verður skotið upp, at upplesarar eins og týðarar fáa 1/2 lut fyri hvørja prentaða bók og 12 lutir fyri eina ljóðbók ella e-bók á netinum.
Í uppskotinum til dagførda kunngerð verður eisini skotið upp, at ásetingarnar um at verk í minsta lagi skulu hava 32 síður, verður broytt til 17 síður, so sum tað áður hevur verið. Orsøkin til tilmælið er, at 17 síður er markið fyri, nær eitt bókaverk verður talt við í Føroyskum Bókalista. Hildið verður, at tá Føroyskur Bókalisti sambært § 1 í kunngerðini er gjald til tey, hvørs bøkur, ljóðbøkur, e-bøkur, týðingar og listaverk, sum eru skrásett í Føroyskum Bókalista og sum eru til láns á bókasøvnum í Føroyum, so eiga allar bøkur í Føroyskum Bókalista í útgangsstøðinum at verða taldar við.
Harumframt verður ásetingin í § 6, stk. 3 um at bókasavnsgjald verður latið fyri forsíðu á ljóðbókum og e-bókum, tá talan er um myndprýdda ljóðbók ella e-bók, strikað. Ásetingin í § 4, stk. 5 gevur longu myndlistafólki og fotografi rætt til bókasavnsgjald, tá myndirnar eru í minsta lagi 40 % av verkinum, eisini tá talan er um ljóðbøkur og e-bøkur.