Uppskot til kunngerð um stuðul til film og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um Mentanargrunn Landsins

Heiti
Uppskot til kunngerð um stuðul til film og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um Mentanargrunn Landsins
Frágreiðing

Uppskot til kunngerð um stuðul til film

Uppskotið til kunngerð um stuðul til film hevur til endamáls at tryggja meginregluna um armslongd.

Við heimild í løgtingslóg um stuðul til mentan og list o.a., verður umsitingin av stuðulsjáttanini á fíggjarlógini til film løgd Mentanargrunni Landsins at umsita frá 1. januar 2025 at rokna. Við hesum verður meginreglan um armslongd tryggjað, sum ásett er í samgonguskjalinum.

Mentanargrunnurin hevur drúgvar royndir og førleikar innan stuðulsumsiting, tískil er upplagt, at stuðulsumsitingin til film, verður løgd Mentanargrunninum – sum eisini var ætlanin við broytingini í lóg um stuðul til mentan og list o.a. í 2015. Játtanin til Mentanargrunnin er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 hækkað við 300 tús.kr. til økta umsiting í hesum sambandi. Harumframt verður ein upphædd, svarandi til útreiðslur til filmsráðgevar, flutt Mentanargrunninum frá Almanna- og mentamálaráðnum. 

Kunngerðaruppskotið tekur støði í áður galdandi vegleiðingum og leiðreglum innan økið, men er í samráð við filmsumhvørvið tillagað nakað, umframt at nýggja kunngerðin ber í sær størri greidleika hjá umsiting og umsøkjarum. 

Játtanin til film er ein sjálvstøðug stuðulsjáttan á fíggjarlógini, hvørs endamál er at stuðla einari ungari filmsvinnu í framgongd. Játtanin til film á fíggjarlógini kann tískil ikki brúkast til aðrar stuðulsveitingar, sum Mentanargrunnurin umsitur. Hóast nýggja og sjálvstøðuga játtan til film sambært nýggjari kunngerð, heldur Mentanargrunnurin annars áfram við at stuðla tí vanliga virkseminum eftir sama leisti sum higartil

 

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um Mentanargrunn Landsins

Kunngerðin hevur tvey endamál:

  1. at listafólk, sum fær listafólka- ella starvsløn frá 1. januar 2025, fær 15% í eftirløn aftrat lønini.
  2. at áseta reglur fyri stuðul til føroyskt tilfar til børn og ung.

Ad. 1.
Listafólk gjalda í dag lógarkravda eftirløn av listafólka- og starvslønum, men við hesum uppskoti fáa øll frá 1. januar 2025 15% í eftirløn aftrat lønini.

Tað merkir, at tey, sum frammanundan eru í skipanini, fáa 15% í eftirløn av januarlønini, meðan øll, sum eftir 1. januar 2025 fáa listafólka- ella starvsløn, fáa 15% í eftirløn.

Ad. 2.
Fyri fyrstu ferð er játtan latin Mentanargrunninum, ið er markað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari. 1 mió. kr. er játtað til endamálið, sum eitt nú skal stuðla undir nótatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi.

Ásett er eisini, at stuðul ikki verður latin stovnum við alment fíggjaðum rakstri. Ætlanin er, at hetta ikki skal verða ein stuðul til stovnar, sum frammanundan gera tilfar til børn og ung innan skúlaverkið.

Mentanargrunnur Landsins skal umsita stuðulin.

Viðvíkjandi báðum kunngerðum:

Fyri báðar kunngerðirnar er galdandi, at gildið er treytað av, at játtan er tøk til endamálið í 2025, soleiðis sum skotið verður upp í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025.

Ummælisfreistin er farin
15.11.2024
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Mentanarøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
25.10.2024
Samband
www.ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
24 22769 Uppskot Til Kunngerð Um Stuðul Til Film 24 09260 Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Mentanargrunn Landsins