Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð
Frágreiðing

Við nýggju lógini fær landsstýrismaðurin heimild til at seta á stovn eitt Brekumboð, eins og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.

Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek í Føroyum.

Brekumboðið skal virka óheft, og hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku, og verður farið undir fyrireikandi arbeiðið, tá lógaruppskotið er samtykt. Eftir ætlan kann Brekumboðið fara til verka 1. januar 2024.

Uppskotið er til ummælis á ummælissportalinum hjá landsstýrinum fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til ammr@ammr.fo í seinasta lagi 9. juni 2023.

Ummælisfreistin er farin
09.06.2023
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Brekrættindi
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
10.05.2023
Samband
ammr@ammr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Brekumboð Fylgiskjal 1 Sáttmáli Sameindu Tjóða Um Rættindi Hjá Einstaklingum, Ið Bera Brek