Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum. Tá pensjónsaldurin hækkar, lækka útreiðslurnar til fólkapensjón. Samstundis hava løntakarar og onnur longri tíð at spara upp til egna pensjón, ið aftur merkir hægri inntøkugrundarlag, tá sjálv fólkapensjónin verður ásett. 

Við uppskotinum hækkar pensjónsaldurin stigvíst við 3 mánaðum um árið – fyrstu ferð í 2035. Í 2042 verður pensjónsaldurin 70 ár. Uppskotið ásetir, at Løgtingið í 2030 skal taka støðu til pensjónsaldurin galdandi frá í fyrsta lagi 1. januar 2043. Avgerðin skal verða grundað á gongdina í livialdrinum, og haldførisútlitini í føroyska búskapinum.

Aldursmarkið til framskundaða pensjón, sum í verandi skipan er ásett at vera 3 ár áðrenn fólkapensjónsaldur, verður ásett til at vera 65 ár frá 1. juli 2030. Tað merkir, at aldursmarkið ikki fer at fylgja fólkapensjónsaldrinum, tá fólkapensjónsaldurin hækkar frá 2035. Aldursmarkið verður verandi á 65 árum.

 

Ummælisfreistin er farin
04.12.2024
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almannaøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
06.11.2024
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Fylgiskjal 2 Frágreiðing Um Pensjónsaldur Uppskot Til Broyting Av Almannapensjónslógini Pensjónsaldur