Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning)
Frágreiðing

Uppskotið hevur við sær tríggjar sjálvstøðugar broytingar, ið ikki eru tengdar at hvørjum øðrum.

1. Foreldur, sum missa eitt barn, ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í 26 vikur í part eftir at barnið doyr ella eftir, at barnið er føtt uttan at vísa lívstekin.

2. Fíggjarligt ískoyti til heilsuútreiðslur kann veitast, hóast borgarin er staddur uttanlands í sjúkuørindum.

3. Í verandi almannalóg verður í trimum førum víst til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Løgtingslógin um áseting og javning av almannaveitingum hevur broytt heitið og broytt endamál, og síðani 2020 hevur sostatt verið javnað sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar. Almannalógin verður tí broytt samsvarandi.

Ummælisfreistin er farin
11.02.2022
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almannatrygd og tænastur
Slag
Lógarbroyting
Dagfesting
26.01.2022
Samband
amr@amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Lógaruppskot Til Hoyringar Dagpeningur Longt Tíðarskeið Oa