Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn
Bókasavnslógin ásetur í § 22, stk. 1, at bókasavnsgjaldið verður at býta millum rithøvundar, týðarar og myndlistafólk, hvørs prentaðu og talgildu bøkur og annað tilfar er til taks á bókasøvnum ella umvegis heimasíður teirra.
Endamálið við lógaruppskotinum er at heimila, at eisini tónaskøld, upplesarar og fotografar, hvørs prentaðu og talgildu bøkur og annað tilfar er til taks á bókasøvnum ella umvegis heimasíður teirra, kunnu fáa lut í bókasavnsgjaldinum.
Tónaskøld og fotografar hava áður fingið bókasavnsgjald eftir reglugerðini fyri býtið av bókasavnsgjaldinum, sum var galdandi til 31. desember 2023. Í mun til býtið av bókasavnsgjaldinum fyri 2023, er tað sostatt bert upplesarar, ið koma aftur at við lógarbroytingini.
Við lógaruppskotinum verður ásetingin um, at bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar, týðarar og myndlistafólk, víðkað, so hon fevnir um føroyskar rithøvundar, tónaskøld, týðarar, upplesarar, myndlistafólk og fotografar.