Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Pengarnir fylgja barninum)

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Pengarnir fylgja barninum)
Frágreiðing

Við uppskotinum fáa kommunurnar heimild, at geva foreldrum eina veiting, um foreldrini velja at vera heima hjá børnunum til tey kunnu fara í barnagarð.

Hetta verður ein sjálvboðin skipan fyri kommunurnar og avgerð hvør kommuna sær, um hon ynskir at bjóða sínum borgarum møguleikan. Kommunurnar fáa eisini heimild at áseta upphæddina á veitingini, sum tó í mesta lagi kann vera 70% av ansingarkostnaðinum hjá tí einstøku kommununi. Um foreldur velja hesa skipan, sparir kommunan útreiðslur av ansing og tekur veitingin tí útgangsstøði í kostnaðinum, sum er av at reka kommunala ansing. Fíggjarligi fyrimunurin fyri foreldrini er ikki bert veitingin, men eisini foreldragjaldið til ansing, ið foreldrini ikki skulu rinda.

Uppskotið hevur støði í, at tað eru pengarnir, sum fylgja barninum. V.ø.o., at tær útreiðslur, sum kommunan hevur av at ansa barninum, í staðin verður veittur til foreldur, sum velja at vera heima hjá barninum. Veitingin er sostatt ikki at rokna sum løn, og tí verður veitingin ikki skattskyldug.

Fyri at tryggja framhaldandi inngjald til eftirlønina hjá foreldrum, ið velja hesa skipan, skulu broytingar gerast í løgtingslóg um eftirløn fyri at staðfesta, at eftirløn skal rindast av veitingini.

Landsstýrismaðurin metir, at tað eru fleiri fyrimunir við uppskotinum. Eitt nú fer uppskotið at betra um møguleikarnar hjá foreldrum at velja, at ansa egnum børnum heima eitt sindur longri eftir at barsilsfarloyvistíðarskeiðið er av. At foreldur fáa meira tíð saman við sínum børnum og betri møguleikar at ansa teimum, metir landsstýrismaðurin sum ein fyrimunur fyri bæði børn og foreldur.

Ummælisfreistin er farin
06.12.2022
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almannamálaráðið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
08.11.2022
Samband
amr@amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
22 08665 Uppskot Til Ll Um Broyting Í Dagstovnalógini