Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Frágreiðing

Við hesum verður uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarp sent til hoyringar við freist mánadagin 11. desembur kl. 12.00.

Endamálið við broytingaruppskotinum er at tryggja, at Kringvarpið so líðandi kemur í fíggjarliga javnvág og at tryggja inntøkugrundarlagið móti árligum prísvøkstri.  Eisini er eitt av endamálunum at lækka gjaldskyldugu upphæddina hjá smærri virkjum og stovnum.

Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr kr. 150,00 um mánaðin og upp í kr. 163,00 um mánaðin. Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr kr. 50,00 og upp í kr. 63,00 kr.

Ummælisfreistin er farin
11.12.2023
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Mentamál
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
28.11.2023
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Kringvarp
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum