Uppskot um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. (Hækkan av gjaldi fyri vistarhald, tænastu og heimahjálp)

Heiti
Uppskot um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. (Hækkan av gjaldi fyri vistarhald, tænastu og heimahjálp)
Frágreiðing

Kommunurnar hava fleiri ferðir, síðan eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, gjørt vart við, at tær sjálvar eiga at hava heimildina at áseta gjøldini fyri røkt og tænastur á eldraøkinum, soleiðis at vald og gjald fylgjast.

Fyri at eftirlíka ynskinum frá kommunum, hevur landsstýrismaðurin í almannamálum tí í dag sent broytingaruppskot til kunngerði til ummælis, kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Uppskotið leggur upp til, at kommunan fær heimild at áseta eitt hægsta møguligt gjald fyri at búgva á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli. Sama verður galdandi fyri heimahjálp.

Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2023.

Ummælisfreistin er farin
26.09.2022
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almannatrygd og tænastur
Slag
Broyting í kunngerð
Dagfesting
30.08.2022
Samband
amr@amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður