Uppskot um kunngerð um bókasavnsráð
Heiti
Uppskot um kunngerð um bókasavnsráðFrágreiðing
Løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn ásetur í § 4, at landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum. Endamálið er at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum.
Landsstýrisfólkið setur bókasavnsráðið við breiðari umboðan frá eitt nú landi, kommunum, stovnum, skúlum og fakfólkum á bókasavnsøkinum. Ráðið verður sett eftir tilmæli frá viðkomandi myndugleikum, stovnum og feløgum.
Ummælisfreistin er farin
26.02.2024Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðØki
MentanarøkiðSlag
KunngerðDagfesting
26.01.2024Samband
ammr@ammr.foMálsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðiðTak niður

