Váttan av faðirskapi
Heiti
Løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling og uppskot til kunngerð um broyting í bekendtgørelse om behandling af faderskabssager m.v.Frágreiðing
Endamálið við lógaruppskotinum er at strika kravið um at møta persónliga á Familjufyrisitingini fyri at vátta faðirskapin at einum barni. Í staðin verður ásett, at hetta verður gjørt skrivliga í einari váttan, sum verður send Familjufyrisitingini.
Somuleiðis verður ásett, at ein pápi við elektroniskari undirskrift kann vátta faðirskapin at einum barni, tá ið Tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klár at taka í nýtslu í 2020.
Nýggja skipanin við váttan av faðirskapi verður skipað í kunngerð, bekendtgørelse om behandling af faderskabssager m.v. Tá ið Tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klár at taka í nýtslu, verður neyðugt at broyta kunngerðina samsvarandi.
Ummælisfreistin er farin
10.12.2019Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðØki
FamiljurætturSlag
Lógaruppskot v.m.Dagfesting
12.11.2019Samband
amr.@amr.foTak niður
19 00399 32 Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Lov Om Børns Retsstilling 562293 378106 0 19 00399 36 Javntekstur 564014 2 0