Viðbótin til ávísar pensjónistar broytast
Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)Frágreiðing
Viðbót til ávísar pensjónistar er ein stuðul, ið er ætlaður sum eitt alment ískoyti til teir pensjónistar, ið eru ringast fyri fíggjarliga. Grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ið verður nýtt, tá mett verður um, hvørt viðkomandi hevur rætt til viðbótina, er tað sama, sum nýtt verður í almannapensjónslógini.
Endamálið við uppskotinum er at avmarka rættin til viðbót til ávísar pensjónistar til teir pensjónistar, ið eru fíggjarliga ringast fyri. Við broytingini fara pensjónistar, ið hava høga rentuinntøku av uppsparingum v.m., ikki at fáa viðbótina.
Ummælisfreistin er farin
09.10.2017Ráð
Almanna- og mentamálaráðiðSlag
LøgtingslógDagfesting
02.10.2017Málsviðgjørt
AlmannamálaráðiðTak niður
Uppskot til ll um broyting í ll um viðbót til ávísar pensjónistar HOYRING.pdf Fylgiskjal 1 Javntekstur 1700788.pdf