Sirið Stenberg (Tjóðveldi) er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Sirið Stenberg er úr Vági, fødd tann 26. mai 1968. Hon er gift Jón Paula Olsen. Tey hava trý børn og búgva í Vági.
Sirið Stenberg varð fyrst ferð vald á Løgting 29. oktober 2011. Í 2015 til 2019 var hon landsstýriskvinna í Heilsumálum. Áður hevur Sirið eisini havt sess í Vágs Býráð, har hon var vald á býráðsvalinum í 2008.