Eirikur í Jákupsstovu (Tjóðveldi) er landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Eirikiur í Jákupsstovu er av Eiði, føddur tann 15. desember 1987. Hann er giftur Jenny Østerø í Jákupsstovu. Tey hava trý børn og búgva í Klaksvík.

Eirikur kom á Løgting sum 1. varamaður 22. desember 2022, tá samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Áður hevur Eirikur starvast sum journalistur, sum ráðgevi hjá Betri Trygging og sum deildarstjóri hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann er útbúgvin løgfrøðingur.

 

Mynd: Bárður  Lydersen