Demokratia
Demokratia er ein nevnd, ið Løgtingið eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum samtykti, at landsstýrisfólkið í javnstøðumálum skuldi seta fyri at økja um kvinnuleiklutin í politikki.
Í nevndini eru: Eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagsamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varaumboð verða vald fyri øll umboðini.
Nevndin hevur fingið sum bundnan arbeiðssetning at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.
Nevndin arbeiðir fyri at fáa javnari kynsumboðan í politikki. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja hetta við tiltøkum, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at bæði kynini eru umboðað, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingaátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari.