Serflutningsskipanin
Serflutningsskipan landsins er sambært reglugerð ein flutningsskipan fyri fólk, ið bera brek, sum hava tørv á serflutningi. Endamálið við skipanini er at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól ella í avmarkaða tíð vegna sjúku ella skaða hava henda tørv. Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning.
Ein stýrisbólkur, sum landsstýrisfólkið í almannamálum setur eftir tilmæli frá pørtunum, hevur mótvegis landsstýrisfólkinum ábyrgdina av, at skipanin virkar eftir ætlan. Í stýrisbólkinum situr eitt umboð fyri brúkaran (MEGD), tvey umboð fyri kommunufelagið, umframt eitt umboð fyri Almannamálaráðið.
Skipanin verður fíggjað ávikavist av landskassanum, avvarðandi kommunu og av brúkarunum. Skipanin virkar í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu.