Veitingar
Tey flestu, sum áður hava móttikið uppihaldshjálp sambært forsorgarlógini, fara við nýggju lógini ikki at merkja nakra broyting í teirra fíggjarligu viðurskiftum. Verandi upphæddir verða ikki broyttar, og grundarlagið undir veitingunum heldur í stóran mun fram. Tó eru broytingar fyri einstakar borgarar og familjur teirra. Samanlagt verður meskavíddin í sosiala trygdarnetinum minni, og við nýggju lógini verða enn fleiri borgarar, ið verða loftaðir.
At vera giftur hevur verið ein vansi í sambandi við uppihaldshjálp. Ein persónur, sum livir í parlagi, men ikki er giftur, hevur vanliga fingið hægri veiting, enn ein giftur persónur. Hesin munurin er lutvíst tikin burtur við lógini um almannatrygd og tænastur.
Eisini persónar við álvarsamari sjúku fáa í ávísum førum lættari atgongd til uppihaldsveiting.
Høvuðsreglan um, at persónar, sum eiga pening, ikki hava rætt til uppihaldsveiting, hevur higartil havt við sær, at tey, sum fáa útgoldið skaðabót í sambandi við hættisliga sjúku, ikki hava rætt til uppihaldsveiting.
Í lógini er nú ásett, at útgoldin skaðabót er undantikin ognarkravinum.