Arbeiðsbúgving

Hevur tú skerdan arbeiðsførleika, kanst tú fáa stuðul til arbeiðsbúgving, um tað er ein neyðug fortreyt fyri, at tú kann gerast fíggjarliga sjálvbjargin.

Dømi um arbeiðsbúgving:

  • Útbúgving: Tú kanst fáa stuðul til miðnám, førleikagevandi útbúgvingar o.a. Um tú hevur verið á arbeiðsmarknaðinum áður, ella um tú hevur eina útbúgving frammanundan, men ikki hevur møguleika at halda fram á tí starvsleiðini, kanst tú fáa stuðul til umskúling. Hevur tú ikki áður verið á arbeiðsmarknaðinum, og tað verður mett, at ein útbúgving er ein fortreyt fyri at fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin, kanst tú eisini fáa stuðul til útbúgving. Ímeðan tú er undir útbúgving fært tú fíggjarligan stuðul frá Almannaverkinum, sum vanliga er nakað hægri enn útbúgvingarstuðul.
  • Yrkisútbúgving: Tú kanst fara í læru – t.d. handverkaraútbúgving, handils- og skrivstovulæru ella innan matstovuvinnuna. Ímeðan tú er í læru, fært tú lærlingaløn, og í ávísum førum verður fíggjarligur stuðul veittur upp til minstuløn á viðkomandi arbeiðsøki.
  • Arbeiðsroynd: Ein arbeiðsroynd fevnir vanliga um 3-6 mánaðir og er eitt slag av starvsvenjing fyri at finna út av um- ella hvussu tú kanst fóta tær á arbeiðsmarknaðinum. Ímeðan tú er í arbeiðsroynd, fært tú eina veiting frá Almannaverkinum.
  • Arbeiðsvenjing: Um tú orsakað av eini almannahending í longri tíð ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum, kanst tú fara í arbeiðsvenjing. Endamálið er at finna útav, um tú kanst halda fram á líknandi starvsleið. Arbeiðsvenjing kann vanliga ikki vera longur enn eitt ár. Ímeðan tú er í arbeiðsvenjing fært tú byrjunarløn sambært galdandi sáttmála innan yrkið. Almannaverkið og arbeiðsgevarin avtala, hvussu stóran part av lønini arbeiðsgevarin skal rinda.

Sum dømi um persónar, sum kunnu vera í eini støðu, har neyðugt við stuðli til arbeiðsbúgving fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin, kunnu nevnast:

  • persónar, ið bera likamligt ella sálarligt brek,
  • einsamallir uppihaldarar, sum eru í eini støðu, sum avmarkar teirra arbeiðsførleika,
    ung, sum eru seinment ella bókliga veik,
  • persónar, sum leingi hava verið arbeiðsleysir, har aðrar stuðulsfyriskipanir ikki hava hjálpt,
  • persónar, sum hava djúptøknar arbeiðsligar ella útbúgvingarligar trupulleikar,
  • persónar, sum fáa sjúkradagpengar, og sum ikki kunnu væntast at kunna fara aftur til sama arbeiði,
  • persónar við serligum sálarligum ella sosialum trupulleikum, herímillum t.d. misnýtslu ella kriminaliteti.

Veitingin kann vera sum fyribils uppihaldsveiting, lærlingaløn, grundløn innan viðkomandi yrki, ískoyti til løn e.a. Hetta treytað av, hvør útbúgvingarleiðin er.
Umframt veiting til uppihalds, kann stuðul verða veittur til serligar útreiðslur, sum standast av útbúgvingini ella brekinum.