
Landsstýrismaðurin handað Ársins tónleikaheiður 2025
Á FMA, Faroese Music Awards, sum í ár varð hildið í Varpinum í Klaksvík, handaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Ársins tónleikaheiður.
Ársins tónleikaheiður 2025 varð latin M.C. Restorff:
Ársins tónleikaheiður
Nú eru vit komin til serstøku løtuna at avdúka Ársins Tónleikaheiður. Sum tann seinasta í kvøld fara vit at heiðra tónleikara, sum hevur gingið á odda og lagt lunnar undir og er ein av høvuðsorsøkunum til, at føroyskur tónleikur er komin so væl á leið. Her er talan um slóðarar - fólk, ið hava lagt eftir seg týðandi tónleikaarv. Tónleikur, ið føroyingar hava tikið til sín, sum er vorðin ein partur av føroyska samleikanum og er vorðin fólkaogn. Tað eru vit vitni til her í kvøld, tí vit hava júst sungið - Føroyingar, sum M.C. Restorff eigur orð og lag til.
Tónleikaheiðurin verður latin úrmælinginum M.C. Restorff. Mangan renna mær í huga farnir dagar, og við Meistarans hond kenna vit løturnar og leita í barnaminnir og gleðast um stórfingnu løtuna.
M.C., ella sum kristna navn hansara ljóðar - Martin Christian Restorff - hevur ríkað okkum føroyingar við sínum tónleiki og sangum á føroyskum í meiri enn fimti ár.
Tónleikurin hjá M.C. er sprottin úr kristligum umhvørvi, úr Brøðrasamkomuni, har M.C. hevur havt sína gongd. Hansara orð og tónar hava knýtt okkum saman, so hansara sangir eru vorðnir fólkaogn, tí vit hava tikið teir til okkum. Tónleikur fer víða og brýtur niður girðingar millum manna, og har hevur M.C. verið ein úrmælingur.
Hann hevur megnað at skriva síni løg inn í okkara tíð. Hugsið bara í 1992, tá Føroyar vóru í svárari kreppu, kom sangurin “Ein glotti fyri framman.
Og soleiðis er sangurin og tónleikurin hjá M.C. vorðið ljóðtapet hjá fleiri ættarliðum. Tað er stórbært, og vit føroyingar takka og syngja saman við honum - møtast og skiljast er lívið her og ynskja stórt til lukku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen